Fyrispurningar
Nevndin Lóg og reglur Samband OSS Slóðir
Forsíða
Tíðindasavn
Tíðindabræv
Javnstøða úr fuglaperspektivi
Tey ótraditionellu
Evni
Hagtøl
Kvinnur og politikkur
Frálæra
Familju/arbeiðslív
Foreldramyndugleiki
Brøv
Spurnakanningar
Mainstreaming
Sjónarmið
Bókmentir
Avgerðir
Ársfrágreiðingar

Foreldramyndugleiki

Fleiri ynskir hava verið frammi um at fáa felags foreldramynduleika í Føroyum, men enn er ikki politiskt tikin støða til, hvussu verður. Frá Innlendismálaráðnum og fjølmiðlunum vita vit, at arbeitt hevur verið við at yvirtaka familjurættaliga økið, og í næstum fæst væntandi at vita, hvussu ætlanin er at arbeiða við foreldramyndu-leikanum.

Mál um foreldramynduleika kunnu vera svár og trupul at greiða. Fáur man ivast í, at tað er hart hjá børnum og foreldrum teirra at ganga ígjøgnum ein skildnað. Serliga trupult er tað, tá foreldrini ikki eru samd um, hvør teirra skal hava børnini hjá sær.

Í Føroyum er ikki felags foreldramynduleiki og tá pør fara hvør til sítt, er tað oftast mamman at barninum/børnunum, sum fær foreldramynduleikan. Orsøkin til hetta er í høvuðsheitum lóggávan og metingin hjá dómaranum, sum tekur avgerð um, hvør skal hava barnið/børnini hjá sær, tá foreldrini ikki longur liva saman. Leggjast skal tó afturat, at tá talan er um børn í ymiskum aldri, eru dømi um, at pápin fær foreldramynduleikan yvir størra barninum/børnunum, meðan mamma fær foreldramynduleikan yvir smáum børnum.

Turið D. Hentze, fyrrv. forkvinna í Javnstøðunevndini og advokatur, skrivaði fyri nøkrum árum síðani eina grein “Pápar – foreldrarættur – javnrættur”, har lóggávan og støðan, sum hon er í dag, eru lýst. Greinin sæst á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini www.javnratt.fo undir tema’num “Foreldramynduleiki”- “Pápar”.

Seinastu tvey árini hava tríggir pápar vent sær til Javnstøðunevndina og gjørt vart við, at teir kenna seg fyri vanbýti í spurninginum um foreldramynduleika at teirra børnum.

Og í sjónvarpssendingini Cassiopeia í heyst sóknaðist ein pápi eftir at vita, hvat Javnstøðunevndin hevur gjørt við málið um foreldramynduleika.

Umframt at hava viðgjørt fyrispurningar frá pápum, og m.a. samskiftað við teir um teirra støðu, hava vit savnað tilfar til eitt tema á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini um foreldramynduleika.

Í okkara svarum til páparnar hava vit gjørt greitt, at nevndin ikki hevur mynduleika at taka avgerð í málum um foreldramynduleika, men at vit meta, at menn og kvinnur eru ikki javnt sett, tá foreldur fara hvør til sítt, og ikki kunnu semjast um, hvør skal hava barnið/børnini hjá sær.

Fyri at lýsa málið um foreldramynduleika og harvið vera við til at varpa ljós á ónøktandi viðurskifti, gjørdu vit á vári 2003 eitt tema á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini www.javnratt.fo. Vit spurdu okkum fyri hjá Ríkisumboðnum og Innlendismálaráðnum (fyrr Løgmálaráðnum) og øðrum, og funnu upplýsingar á donskum heimasíðum um evnið. Eisini heittu vit á eina mammu og ein pápa um at lýsa málið um foreldramynduleika frá teirra sjónarhorni. Tilfar er eisini um mediatión, sum er eitt tilboð til foreldur at semjast um avtalur, sum hava við barnið at gera.

Tað er onki at ivast í, at okkara lóggáva hevur ikki fylgt við tíðini, og at tað kennist ómetaliga svárt hjá pápum, sum hava verið týdningarmiklir umsorganarpersónar í lívinum hjá sínum børnum, at góðtaka, at teir ikki eru við til at taka avgerðir um og vegna barn sítt, tá foreldrini fara hvør til sítt. Tað eru nevndu fyrispurningar og eitt nú stovnanin av felagnum ‘Børn uttan rættindi’ tekin um.

Í sjónvarpssendingini Cassiopeia varð sagt, at tað er umráðandi fyri trivnaðinum hjá barninum, at foreldrini eftir skildnaðin tosa pent við og um hvønnannan. Tíverri leggur lóggávan og mannagongdirnar í sambandi við eina ósemju um foreldramynduleika ikki upp til, at foreldrini sjálvi finna semjuna. Í Danmark er felags foreldramynduleiki og til tess at hjálpa foreldrum, sum ikki eru samd um viðurskiftini hjá børnunum, kunnu foreldur fáa tilboð um mediatión. Við mediatión gera foreldrini avtalur, sum tey eru samd um. Tað er ikki ein advokatur, sum talar vegna foreldrini og talan er ikki, um at finna ein ‘vinnara’ og ein ‘tapara’. Tilboð um mediatión høvdu uttan iva verið góð hjálp hjá føroyskum foreldrum, sum hava ilt við at semjast um, hvussu gerandisdagurin hjá barninum skal vera og hvussu børnini framvegis hava tætt samband til bæði foreldur. Men mediatión loysir sjálvandi ikki trupulleikan við vantandi felags foreldramynduleika.

Í spurningum um foreldramynduleika hevur rætturin hjá foreldrunum oftast verið í miðdepilin, og minni hevur verið tosað um foreldraskylduna. Ein høvuðsorsøk til, at mamman oftast fær foreldramynduleikan er, at hon hevur verið mest um børnini. Í sambandi við viðgerð av barsilsskipanini, hevur Javnstøðunevndin ført fram, at tað er umráðandi, at pápar hava møguleika at knýta eitt tætt samband við børn síni, m.a. við at vera í farloyvi og taka sjúkradagar, og í størri mun yvirhøvur at kunna sameina familju- og arbeiðslív. Við verandi barsilskipan hava pápar ikki somu rættindi sum mammur.

 

Javnstøðunevndin hevur fingið fleiri fyrispurningar um foreldramyndugleika og er tað av hesum ávum avgjørt at lýsa hetta mál sum serligt evni.

Vit hava heitt á Ríkisumboðið, sum umsitur foreldramyndugleika, um at greiða frá lóggávuni og frá mannagongdum, sum verða nýttar, tá tvey foreldur ikki kunnu semjast um, hvør skal hava barnið.

Eisini hava vit heitt á ein pápa og eina mammu um at greiða frá teirra sjónarmiðum, tá um foreldramyndugleika ræður.

Fyri at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, sum hava týdning í málum um foreldramyndugleika, hava vit funnið tilfar á útlendskum heimasíðum, sum føroysk foreldur kanska kunnu nýta.

Sum dømi um ein nýggjan máta at finna semju í málum um foreldramyndugleika, er ein stutt lýsing av 'mediatión'. Hetta er ein serligur háttur at finna semju, sum hevur víst seg at vera vælegnaður í ósemjum um foreldramyndugleika.

 

Mediatión

Avtala um felags foreldramyndugleika

Bræv frá Ríkisumboðnum

Hvat sigur lógin – grein III

Praksis í Danmark

Javnstøða í barnamálum – sjónarmiðini hjá einum pápa

Javnstøða í barnamálum – sjónarmiðini hjá einari mammu

 

Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media